Seinastu 11 árini hevur Eyðólvur Dimon í Havn verið floksskrivari hjá Javnaðarflokkinum.
Hann stillaði ikki uppaftur á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum hesaferð, og í hansara stað varð Hans Paula Strøm valdur.
Hans Pauli Strøm umboðaði Javnaðarflokkin á tingi frá 1998 til 2002 í Norðstreymoyar valdømi. Hann kom inn sum eykavaldur tingmaður í 1998. Við seinasta løgtingsval eydnaðist ikki Javnaðarflokkinum at fáa umdømisvaldan tingmann í Norðstreymoy, og fall tann eykavaldi hjá Javnaðarflokkinum hesaferð í Suðurstreymoy.
Umframt Hans Paula Strøm var formaðurin í SU, Kristoffur Gaardlykke eisini nývaldur í starvsnevndina, sum nú sær soleiðis út:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Bergur Dam, næstformaður
Jancy Olsen, næstformaður
Hans Pauli Strøm, skrivari
Katrin Dahl Jakobsen
Vilhelm Johannesen
Kristiffur Gaardlykke