Hans Pauli Strøm og píkar

Á portalinum ger heilsumálaráharrin vart við tað, at fólk skulu renna ella ganga aftan á motorsúkklum og bilum í Hovstunnilinum.

Harra Heilsumálaráharri, nú og 180 dagar fram, skulu túsund av Føringum ganga ella renna, súkkla, og herímillum børn á veg í skúla, eldri fólk sum ikki kunnu sita vard inni í einum bili noyast at anda allan lortin frá bilum við píkum - tað sum eitur flúgvistøv sera løgi, at ikki Hans Pauli Strøm heldur at hetta er vert at finnast at.

Fólk sum líða av astma og øðrum lungna- ella andadrátstrupulleikum, hava ongan livandi kjans at verða vard hetta hálva árið píkarnir eru loyvdir, longu nú eru hópin av píkum, og hetta í 12 hitastigum, eru fólk býtt, líkasæl ella bara óhugnaliga egoistisk, eg veit ikki, men kanska heilsumálaráharrin kann siga mær tað.

Til Hans Paula Strøm kann eg upplýsa, at ein bilur við 400 píkum loysir uml 80 til 100 gram av asfalti fyri hvøn kilometur bilurin koyrir, hetta skuldi sagt heilsumálaráarranum alt.

Kanska skal eg verða so bjartskygdur at vænta viðmerking frá heilsumálaráharranum.