Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur ikki hoyrt um vandan við CTD fyrr enn Sosialurin setir hann inn í málið. Við blaðið sigur hann seg vera rættiliga skakkan av, at so nógvir føroyingar eftir øllum at døma ganga runt við einari so vandamiklari sjúku, uttan at vita av tí.
- Hesin sjúkuvandin tykist hava ein heilt óvanliga stóran títtleika millum fólkið í okkara landi - nógvar ferðir størri enn aðrastaðni. Tí síggi eg tað eisini sum mína skyldu at taka hetta mál við samsvarandi stórum álvara, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin. Hann sigur víðari, at hann hevur ikki hoyrt um tað fyrr, og tí er hann rættiliga illa við, at so lívshóttandi meinbogi er millum okkum, uttan at vit varnast tað ella hava kunnað vart okkum nóg væl ímóti tí, sum hann orðar seg.
Landsstýrismaðurin ætlar sær alt fyri eitt at taka stig til at lýsa málið nærri.
Landslæknin má uppí
Hann greiðir víðari frá, at hvørki hann ella Heilsumálaráðið hava hoyrt um hetta, fyrr enn ein teldupostur kom inn á ráðið frá einum barnalækna á Landssjúkrahúsinum, har kunnað varð um, at hann hevði tosað við Sosialin um sjúkuna.
- Av somu orsøk kenni eg meg als ikki føran fyri at koma
við nakrari sakligari útmelding um málið, tíansheldur nakrari frágreiðing um, hvat vit kunnu gera við tað, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum fer at venda sær til Landslæknan og biðja hann gera eina heilsufakliga lýsing og tilráðing av málinum.
- Útfrá einari heilsufakligari lýsing, má Landslæknin vísa á, hvørji stig hann heldur, at vit eiga at taka í hesum álvarsmáli, sigur landsstýrismaðurin at enda við Sosialin.