Hans Pauli til Klaksvíkar at renna

Leygardagin byrja heilsurenninginar í Klaksvík aftur. Hetta var roynt farna summar og eydnaðist væl.

 

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum er íðin rennari verður við til fyrstu heilsurenningina, sum Treysti skipar fyri saman við Eik og SportMaster.

 

Heilsurenningin, sum er ókeypis, byrjar kl. 14.00 hjá Sportmaster, og gongur rutan út á Skarðhamar at venda og aftur. Teinurin er 5 km, og fólk gera sjálvi av, um tey renna ella ganga.

 

Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk í morgin. Tá fólk hava runnið, er okkurt at leska seg við, og Klaksvíkar Kommuna letur eisini frukt til øll sum eru við.