Hans sleppur at súkkla til Paris

Millum teir 35 súkklararnar á føroyska Team Rynkeby er Hans Falkvard Hansen, sum small um við hjartasteðgi á Skopunarkei 10. mai

Millum teir 35 súkklararnar á føroyska Team Rynkeby er Hans Falkvard Hansen, sum small um við hjartasteðgi á Skopunarkei 10. mai.

 

 – Vit hava funnið eina salomoniska loysn, soleiðis at Hans kann vera partur av súkkluliðnum, sigur ein fegin Aksel Haraldsen, samskipari og súkklari á føroyska Rynkebyliðnum.

 

Herfyri greiddi Hans Falkvard Hansen frá søguni í samrøðu við Sosialin.

 

– Eg var til arbeiðis í Eld­húsi, tá Sverri kom eftir mær. Vit fylgdust norðureftir, og eg minnist at vit fingu nokk so góða ferð á súkklurnar oman móti keiini í Skopun. Har stóð nógv fólk og bíðaði eftir ferjuni, og eg súkklaði einar tvær ferðir runt á keiini og heilsaði uppá. So bleiv alt svart, greiddi Hans Falkvard Hansen frá í samrøðuni við Sosialin.

 

56 ára gamli Hans Falk­vard Hansen er ein av teim­ um 35 føroyingunum, sum síðani í vetur hevur verið at sæð á landsvegunum á súkklu og í eyðkendu, gulu blusunum við frámerkinum hjá Team Rynkeby.

 

Tað, ið hendi á keiini í Skopun henda leygarmorgunin 10. mai, er ikki at finna í minninum á Hans Falkvard Hansen.

– Tað var sum at sløkkja eina kontakt. Eg hevði einki merkt av nøkrum. Onga pínu, einki. Men eg eri so koppaður av súkkluni, og minnist so einki aftur, fyrr enn eg lá á børuni í sjúkrabilinum, sigur Hans Falkvard Hansen, sum varð sendur niður á Ríkissjúkra­húsið, innlagdur undir observatión, áðrenn læknarnir  mánadagin eftir staðfestu, at tríggjar æðrar við hjartað vóru tiptar.

Men í kvøld stóð hann á Vaglinum í Havn, klárur at súkkla umborð á Norrønu saman við hinum Rynkeby-súkklarunum.

 

– Eg eri deyður einaferð, og eg ætli mær ikki at doyggja einaferð afturat, sigur ein spentur og glaður Hans Falkvard Hansen í samrøðu við Trónd Arge, ítróttarredaktør í Miðlahúsinum, sum eisini er við á føroyska Team Rynkeby.

 

Tað er tó ikki uttan víðari, at Hans sleppur avstað.

 

– Hans kemur at súkkla undir liðini á okkara lækna (Elmar Ósá, red.) alla tíðina. Hann kemur at hava eitt serligt pulsur á allatíðina, og so sleppur hann ikki at súkkla allar teinarnar hvønn dagin. Hóast hann følir seg sera væl, so kunnu vit ikki taka nakrar kjansir. So hetta er salomoniska loysnin, ið førir Hans til Paris á súkklu, sigur Aksel Haraldsen smílandi.

 

Sjálvur er Hans Falkvard Hansen bjartskygdur.

 

– Tey hava sett ein barnalækna at ansa eftir mær, so tað skal nokk fara at ganga, tekur hann skemtiliga til orðanna.

 

Tilburðurin á Skopunarkei leygarmorgunin 10. mai varð mettur somikið álvarsamur, at Hans fekk sett eitt tól inn í kroppin. Ein sonevndan ICD’ara, ið stendur fyri Inplanterbar Cardioverter Defibrillator. Talan er um ein framkomnan pacemakara, sum kann viðgera hjarta­ steðg og lívshóttandi til­burðir, tá hjartarútman fer av lagi. ICD’arin skal sita inni í kroppinum restina av lívinum.

 

Hóast skakandi tilburðin varðveiddi Hans Falkvard Hansen alla tíðina dreymin um at sleppa at súkkla til Paris. Og tann dreymurin gerst veruleiki í nátt, tá hann súkklar umborð á Norrønu saman við hinum á Rynkebyliðnum.

 

Les samrøðuna, ið Sosialurin hevði við Hans Falkvard Hansen, við at TRÝSTA HER.

 

Síggj myndir av Team Rynkeby við at TRÝSTA HER.

 

Hoyr samrøðu, sum Tróndur Arge gjørdi við Hans Falkvard Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.


Les eisini:


Rynkeby-súkklarar við Norrønu í nátt

Løgmaður við kós móti Paris

Rynkebyliðið ger mun