Hans Tórgarð fekk herðaklappi

Grækarismessudag varð "Ársins herðaklapp" handað á øðrum sinni. Leikpallur Føroya letur herðaklappið, sum er peningaupphædd áljóðandi 6000 krónur, ið er ætlaðaðar, sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja eftir sjónleiki

Hans Tórgarð er 32 ára gamal, og kenna vit hann mest frá Grímu. Hann bæði skrivar og spælir sjónleik, og er hann nú á veg uttanlands við leikinum Macbeth, saman við øðrum sjónleikarum.
Herðaklappið var latið Hans Tórgarð fyri leiklistarligt fjølbroytni, kreativitet og framúr góð leiklistarlig avrik. Grundgevingin var soljóðandi:
" Hans Tórgarð hevur hóast ungur av árum og stutta starvstíð, fingið merkisvert nógv frá hondini, sum karakterleikari, leikritaskrivari og leikstjóri. Hann er íverksetarin, sum gevur øðrum sjónleikarum íblástur, samstundis sum hann í leiklutum sínum megnar at geva áskoðaranum upplivingar, sum víðka um sjónarringin hjá tí einstaka, fær hann at flyta mørk og skilja margfalnu litbrigdini í menniskjasligum samskifti. Hans Tórgarð læsir seg ikki fastan í ávísari leiklistagrein, men er fjølbroyttur í evnisvali. Hann tekur listarligu uppgávurnar í álvara og útinnir tær eins hegnisliga, antin framførslan er fyri børnum ella tilkomnum áskoðarum. Fjølbroyhtni sermerkir eisini hansara virksemi, tá ið hann skrivar leikir, setir upp og framførir, bæði í einmansleiki og saman við øðrum sjónleikarum. Hansara íkast til leiklistina gevur vón um framhandandi menning innan sjónleikavirksemið í Føroyum."
Leikpallur Føroya sigur, at herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr í farna árið á leiklistarliga økinum. Ein nevnd við tveimum limum fyri Leikpall Føroya og einum limi úr Føroya Blaðmannafelag er sett fyri at avgera, hvør skal fáa heiðurin av ársins herðaklappi.
Herðaklappið varð latið fyri fyrstu ferð í fjør. Tá var tað Lina Larsen, sum fekk hesa fyrstu føroysku sjónleikaviðurkenning nakrantíð.