Foreldur hansara vóru Annia og Dánjal Danielsen. Annia var fyrst gift við Sigmundi Niclassen úr Kunoy. Men hann doyði heilt ungur av tuberklum, og Annia sat einkja bert 20 ára gomul við tveimum børnum, Hannefíu og Ingvard. Annia giftust aftur við Dánjali nøkur ár seinni, og tey fingu trý børn, Petur, Sigrun og Hans Vilhelm, sum er yngstur.
Í 1962 fluttu tey til av Húsum til Klaksvíkar. Sum ungur fór Hans Vilhelm í snikkaralæru, og hann arbeiddi í nøkur ár hjá Tofta Karl og Dia í Kunoy. Men hugurin hjá Hans Vilhelm stóð til sjógvin. Hann fór til skips, og størsta partin av sínum arbeiðslívi hevur hann siglt við langfaratrolarum.
Hann hevur verið við Enniberg síðan seinast í 80-unum. Tøl eru sum vísa, at hann síðan 1992 hevur verið 47 túrur við, og dagatalið fyri hesar túrar hevur verið ikki minni enn 3.000. So tað kann sanniliga sigast, at Hans Vilhelm hevur gjørt sítt fyri samfelagið.
Sum onkrir aðrir gjørdist Hans Vilhelm í fyrsta umfari gamal drongur. Hann fann nevniliga ikki ta røttu, fyrr enn hann hitti Elmu Berg, og tey giftust í 1987, tá hann var 40 ára gamal, og tey búsettust í Havn. Elma átti dóttrina Margit, sum fekk ein frálíkan pápa í Hans Vilhelm og seinni ikki minni frálíkan abba til son hennara, sum eitur Dánjal, uppkallaður eftir pápa Hans Vilhelm.
Elma er dóttir Mariu og Leif Berg í Søldarfirði. Leif er ein partur av søguni um Immanuel, sum er umrødd her í blaðnum. Hann var sonur Marius Berg og Elsu Maria, sum var dóttir Sunnevu og Johan David Jacobsen, sum mistu tríggjar synir við Immanuel í 1932. Leif doyði ungur, og Maria giftist aftur við Dáva, sum var systkinabarn Leif. Dávur er eisini partur av hesi søgu, hann misti pápa og tveir pápabeiggjar, og hann eigur sín part av heiðrinum fyri tí, sum er komið fram um hesa vanlukku.
Sigast kann um Hans Vilhelm og Elmu, at tey eru sera dámlig hjún. Tey eru bæði ættarkær, og tað eigur ikki at verða gloymt, hvussu væl tey tóku sær av mammubeiggja Elmu, Elias, sum var sjúkligur alla sína tíð.
Tey eru mong, sum rokna Hans Vilhelm sum ein góðan vin. Tað, sum eyðkennir Hans Vilhlem, er hansara trúfesti og støðufesti. Hann letur seg ikki taka av fótum av einum og hvørjum orði. Tá hann fer til Klaksvíkar, gongur tíðin at vitja sínar ungdómsvinir úr Klaksvík, og fær hann ikki vitjað teir, ringir hann. Hann er vitandi og áhugaður í samfelagsviðurskifti, og hann lesur nógv, ikki minst bygdasøgu.
Hans Vilhelm hevur fingið tað stuttliga hugskot at halda føðingardagin í heimbygdini Húsum. Hann metir seg nevniliga framvegis at vera húsamann. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum leygardagin frá kl. 15.30. Tað er eingin ivi um, at her munnu mong fara at koma.
Frá okkum skal verða ynskt tykkum báðum hjartaliga tillukku við tøkk fyri vinarlag og trúfesti.
ó.