Á ferðini heim úr Billund í gjárkvøldið varð flogið heim í fagrasta veðri – flúgvarin var at kalla fullsettur.
Tá ið við nærkaðust landi, varð boðað frá góðum sýni – og so varð. Vøkur innflýgving inn yvir Bøsdalafoss. Lendingin var sera lagalig.
Tá ið gingið verður í land, plagi eg altíð at slota inn í stýrhúsið. Har sat ein ung dama og gjørdi avsluttandi pappírsarbeiði, so eg kundi ikki bara mær at banka uppá og hyggja nærri.
Unga daman, sum nýliga er byrjað at flúgva hjá Atlantic, er ættað úr Klaksvík og eitur Hansa Poulina Adriansdóttir.
Hóast hon hevði nógv pappísarbeiði at gera, áðrenn hon slapp í land, so hevði fyrikomandi Hansa Poulina stundir til eitt stutt prát.
Hon fegnaðist um nýggja starvið og gleddi seg til næsta túr fyri Atlantic Airways í einum av snotiligu og kraftmiklu flogførum teirra.