Hansen í heimsflokki í donskum sigri

Tað var »Mikkelsaften« so tað forslær, tá Danmark í síðsta enda hølvaði Serbia av í hondbólti við HM í kvøld. Heilar 10 ferðir sendi hann bóltin í sebriska málið.

 

Hans Lindberg var flúgvandi í fyrra hálvleiki, tá Danmark annars fekk eina helsur trilvandi byrjan. Men við hálvleik var Danmark framman fyri 16-14.

 

Í seinna hálvleiki vísti Mikkel Hansen, at hann er millum heimsins bestu bakkar, tá hann nærmast eftir vild hamraði bóltarnar inn aftan fyri serbisku málverjarnar.

 

Sigurin merkir eisini, at Danmark fær í hvussu er tvey stig við sær til millum umfarið. Danmark hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum, men mangla enn Algeríið mikudagin og so tað væntaðu bólkafinaluna móti Kroatia hósdagin.

 

Tað vísti seg so einki at muna, at Danmark hevur mist besta leikaran frá dystinum móti Rumenia, Thomas Mogensen, og hansara avloysari, 19 ára gamli Rasmus Lauge, hevði bert verið á vøllinum í 10 sekund, áðrenn hann brakaði bóltin í serbiska málið.

 

Danmark endaði við at vinna sannførandi 35-27 móti einum serbiskum liði, sum flestu síggja í millum umfarinum.

 

Alt í alt ein fantastiska góður seinni hálvleikur frá Danmark, og einki at ivast í, at spæla teir soleiðis restina av kappingini, verða teir ikki langt frá heimsmeistaraheitinum.