Hansens Pakkhús roynast sum spælistað

Fyrsta almenna tiltakið í Hansens Pakkhúsi í Tórsgøtu í Havn, sum nú skal standa sína roynd sum spælistað, verður komandi mikukvøld klokkan 20, tá vísukvøld verður við Hanusi G. Johansen

Alsamt fleiri ábendingar eru um, at Havnin langt um leingi fær tað spælistaðið, tónleikarar og tónleikaáhugað hava longst eftir í mong ár. Í øllum førum hevur Tórshavnar kommuna tikið avgerð um, at Hansens Pakkhús í Tórsgøtu næstu tveir mánaðirnar, til og við ólavsøku, skal roynast sum spælistað í orðsins breiðastu merking.


Fyri trimum vikum síðani var eitt tónleikatiltak fyri innbodnum í Hansens Pakkhúsi, og tað eydnaðist so mikið væl, at avgerð er tikin um at royna henda leistin í eina tíð.


– Endalig avgerð er tó ikki enn tikin um, hvussu húsið skal brúkast, men fremst í tonkunum er at brúka tað sum spælistað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Húsið vísir seg at vera vælegnað til tónleikatiltøk, tí í niðastu hæddini, sum ætlanin er at gera lidna fyrst, er pláss fyri 150 fólkum, so tað er eitt hóskandi konserthøli til tað mesta. Eisini eru borð, stólar og ljóðanlegg á staðnum, so klárt er hjá bæði bólkum og einstaklingum at halda seg framat.


Fyrsta almenna tiltakið verður mikukvøldið 18. juni klokkan 20, og tað verður Hanus G. Johansen, sum leggur fyri við einum vísukvøldi í Hansens Pakkhúsi. Atgongumerkini, sum kosta 100 krónur, kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn.


– Til og við ólavsøku fara vit at lata einstaklingum og bólkum húsi til tónleikaframførslur. Vit seta sum so eingi krøv til slag av tónleiki ella líknandi, men vilja geva øllum møguleika at royna seg, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Margarinfabrikkini, sum fyribils tekur sær av at samskipa tiltøkini í Hansens Pakkhúsi.


Tað verður stórt sæð ókeypis at leiga húsið til tónleikatiltøk, og tey, sum spæla, fáa inntøkurnar av atgongumerkjunum.


– Vit hava staðfest, at húsið er rættiliga vælegnað sum spælistað, og nú skal tað so sleppa at standa sína roynd, sigur Bogi Andreasen, sum kann røkkast á fartelefon 213217 ella teldupostadressuni [email protected].


Sum sagt, er enn eingin endalig avgerð tikin um, hvussu Hansens Pakkhús skal brúkast, men Heðin Mortensen, borgarstjóri, dylir ikki fyri, at tað mesta talar fyri, at hetta kann gerast tað spælistaðið, tónleikarar og tónleikaáhugað hava longst eftir í mong ár:


– Í fyrsta umfari verður henda royndin gjørd í niðastu hæddini, og vísir hetta seg at rigga væl, taka vit eina endaliga avgerð, og so verður farið í holt við at seta ta niðastu hæddina ordiliga í stand, so hon kann takast í brúk, áðrenn restin av húsinum verður gjørd, sigur Heðin Mortensen.


¬ Hetta gera vit, tí um vit skuldu arbeitt eftir einari heildarætlan fyri alt húsið, hevði arbeiðið tikið nógv longri tíð. Vit ætla, at tað skal koma lív í húsið sum skjótast, og ikki fyrr enn avgerð er tikin um, hvussu niðasta hæddin skal brúkast, verður farið víðari við restini, sigur borgarstjórin.