Hansina og Johan Hendrik Jacobsen: Synirnir fingu fremsta klædnahandil í Havn

Tað er forvitnisligt, at gravsteinar, sum gjøgnum fleiri ár einki hava sagt einum, nú kortini hava eina søgu. Hesa ferð er tað tann hjá Hansinu og Johan Hendrik Jacobsen

Óli Jacobsen
....

Johan Hendrik Jacobsen var føddur í 1863. Foreldrini hjá honum vóru Susanna Lars Christansdóttir (1825-1895) og Hans Peter Jacobsen (1823-1881), bæði úr Havn.
Tey bæði fingu trý børn.
Yngstur var Johan Hendrik, sum giftist í 1893 við Hansinu Susannu Johansen, f. 1865. Hon var ættað av Lag, sum er ein kend handilsætt í Havn. Ein beiggi hennara var Karl á Lag.
Tey bæði fingu tveir synir, Hans Petur og Eliesar. Sum ofta er, kann meira sigast um børnini enn for­eldrini.
Men okkurt kann tó ofta finn­ast um foreldrini í umrøðu av børn­unum í minningarorðum.
Tá ið Hans Petur doyði í 1973 vóru minningarorð í Dagblaðnum, skrivað av Kjartan Mohr, og í Dimmalætting, skrivað av Georg L. Samuelsen.

Um ættina kann sigast:
Hans og bróður hansara, Eliesar (1897-1952), vuksu upp í heimi teirra í Mortanstovu uppi við Dalavegin, har pápi teirra legði stórt stykki til dyrkingar. Hann hevði sostatt neyt, ið var eyðkenni fyri nógvar traðar­menn í Havn tá. Hann var eisini kendur sum dugnaligur grótlaðari.
Við tað, at tað bert var tann eini vegurin at koma aftur og fram, var ikki altíð tespuligt í óveðri at koma og fara niðan millum kirkjugarðar, sum tá var tikið til. So mangt ælið hava hesir báðir brøðurnir havt til skúlagang ella til handils og ikki minst við mjólkini.
Í móðurættini var Hans av tí kendu ættini á Lag. Tí fekk hann einki annað navn enn Hans á Lag.
Komin til mans var Hans eina tíð á fútaskrivstovuni í Havn. Tá ið tann stóra fyritøkan Handilsforeiningin gavst, keyptu Hans og Eliesar hand­ilshúsini. Teir fóru at handla við klædnavørum, og skjótt gjørdist hann størsti handil av hesum slag í býnum. Tá í tíðini vóru ikki góð ráð mill­um fólk, men hjá Essaba var man altíð vælkomin at keypa.
Hóast landkrabbi so mundi Hans fingið eina váta grøv. Hetta var í 1920, tá ið hann fór sum ferðamaður við Puritan niður til Bretlands at landa. Skipið forlisti og bert tveir mans vóru bjargaðir. Annar teirra var Hans. Teir lívbjargaðu sær á eini oydnari oyggj í fleiri dagar, til teir vórðu bjargaðir.
Greitt er frá hesum tilburði í bókini Havið tók Teir.
Hjálpi faðirleysa Guttormi
Ein onnur hending í sambandi við Hans á Lag er í somu bók. Hon er fortald av Guttorm Zachariassen, sum í 1957 misti pápan við Stella Argus. Hann greiðir soleiðis frá:
“Eini 3-4 ár eftir at Stella Arg­us var farin, fór eg inn í klædna­handilin hjá Essaba at keypa mær ein regn­frakka. Eg spurdi Hans, um tey høvdu regnfrakkar. Jú, vit funnu ein, sum hóskaði til mín. Hann kostaði antin 12 kr. ella 16 kr. Hans pakkaði hann inn og gav mær pakkan.
So segði hann, at eg skuldi eiga hann. Har stóð eg sum eitt stórt spur­nartekin, men eg fekk kortini sagt takk fyri.
Tá ið eg kom heim, fekk eg at vita, at drongur Hansinu, dóttur Hans á Lag, var ein teirra sum fórst við Stella Argus. Hann æt Hilbert Johannesen og var úr Vestmanna. Hans vildi á henda hátt vísa mær samkenslu. Tað var hugaligt at upp­liva slíkar hendingar.”
Hesin eginleiki hjá Hans sam­svarar væl við tað, sum Dimma­lætt­ing skrivar um hann:
“Hann hevði av síni háskúlavitjan í Askov fingið millum annað ta yvir­bevísing, at øll koma vit hvørjum øðrum við, og tað er ein beinleiðis skylda at gera hvør sítt til at bøta um annan, sum hevur hjálp fyri neyð­ini. Hetta gjørdi hann í fullan mun í dagliga virki sínum, men eis­ini á øðrum økjum. Har um ráddi tók hann seg ikki undan.
Av álitisstørvum var Hans grann­­skoðari í Havnar Sjúkrakassa í mong ár.

Systkin hjá Johan Hendrik vóru:
Jacob Jacobsen, f. 1857. Hann gekk burtur ólavsøkudag í 1895 á Kirkju­bø­nesi við tí báti, sum var vestur í Vágum eftir grind. Eftir sótu einkja og tveir synir.
Annar teirra var Mikkjal Pauli. Hann er komin í ítróttarsøguna, sum tann fyrsti, sum fekk ítróttar­skaða. Hann var pápi Jákup Suna Jacobsen, sum millum annað var býráðslimur í Havn í mong ár.
Ein systir var Christianna Cath­rina, fødd 11. september 1860. Hon verður tann 27. august 1883 heima við hús gift við Johan Hend­rik Poulsen f. 19. apríl 1862, úr Skop­­un. Tá hava tey longu fingið sonin Sigurd Marius Poulsen (1882-1977). Tey fingu afturat Henriettu Katrinu. Johan Hendrik doyði longu 18. juli 1884. Tey náddu ikki at vera gift í eitt ár.
Katrina giftist aftur 18. juli 1884 við Sigmund Lucassen f. 1867 í Skopun. Tey fingu sonin Hans Jo­han Hendrik tann 21. mars 1887. Um­framt hann fingu tey í 1889 dótrina Sigrid Christina Johanna Jensina. Hon doyði longu í 1891.
Sigmund gekk burtur 21. januar 1889, so Katrina var bert 29 ára gomul, táið hon er einkja aðru ferð.
Tá var hon so illa fyri, at hon visti sær ikki onnur ráð enn at lata børnini upp í hendurnar á skyld­fólki og fara til Íslands at arbeiða. Hon giftist við íslendingi á Norð­fjørð­in­um og eigur hóp av eftir­kom­arum. Hon gjørdist eitt tað elsta fólk á Norðfjørðinum og bleiv 100 ár. Hon er enn kend har á leiðini.
Ættin hjá henni í Føroyum er millum annað tey sum eita Stórá.
Tað er ein áhugaverd frásøgn hjá Jens Marius Hentze í Kvørnini nr. 5 um son hennara Sigurð, sum fekk stóra bót fyri at hava verið »nasvísur« við sýslumannin Johan Hendrik Schrøter.

Ein sonur kom í somu grøv sum foreldrini
Hans á Lag giftist við Lisbeth Sofíu Oluffu Jacobsen, (1904-1992) úr Vest­manna. Tey fingu fýra børn. Elst var Hansina. Hon giftist seinni eftir at hava mist drongin. Næst henni eru Hanna og Jórun.
Tey fingu eisini í 1936 ein son, Jákup, men hann doyði bara 18 daga gamal. Hann er grivin saman við ommuni og abbanum og stendur hann eisini á gravsteininum.