Birgitte Juhl, havnastjóri í Hanstholm, harmast.
- Vit eru ikki vónbrotin. Men vit harmast avgerðina hjá Smyril Line, slær hon fast.
Smyril Line kunngjørdi mikudagin, at Norrøna fer at sigla til Hirtshals í framtíðini.
Ferðamannaskipini hjá føroyska felagnum hava siglt til Hanstholm síðan 1983.
Missa eina rúgvu
Hanstholm er ein fiskivinnubýur við gott og væl 2300 íbúgvum.
Umframt fiskivinnuna, so hevur ferðavinnan verið ein støðug inntøka hjá býnum. Men nú hevur ferðavinnan fingið ein frammaná.
Ferðafólkini, sum vóru við Norrønu, fara ikki longur at keypa í Hanstholm, og tað fer at merkjast, sigur Birgitte Juhl.
- Tað verður minni virksemi á havnini, og vit missa pengarnar, sum ferðafólk plaga at leggja eftir seg í býnum. Avgerðin hjá Smyril Line er eitt stórt afturstig fyri Hanstholm, men vit ræðast ikki at bretta upp ermar, greiðir havnastjórin frá.
Hon vil ikki siga stórvegis um, hvussu tey fara at handfara trupulleikan.
- Men vit hyggja at ymsum møguleikum, sigur hon.
Var fyrireika
Birgitte Juhl sigur, at hon var fyrireikað upp á tíðindini, sum komu í gjár.
Danskir og føroyskir fjølmiðlar hava skrivað, at tað var stórur møguleiki fyri, at Hirtshals verður framtíðarhavnin hjá Norrønu í Danmark.
Tí kom tað ikki óvart á.
- Vit hava samstarvað væl við Smyril Line og hava als ikki beiskan smakk í munninum, sigur Birgitte Juhl.
Broyta ikki ætlanir
Havnin í Hanstholm er fyri stórum broytingum í løtuni.
Ætlanin er, at havnin skal verða minst tvífalt so stór í 2015.
Birgitte Juhl vísir á, at ætlanin fevnir um eina íløgu á stívliga eina milliard krónur.
- Ætlanin er ikki broytt, hóast Norrøna fer nú til Hirtshals, sigur Birgitte Juhl.
Útbyggingin fer eisini at verða gagn fyri fiskivinnuna, sum fevnir um 70 prosent av inntøkunum hjá havnini.
Útbyggingarætlanin umfatar havnarlagið, sum fær neyðugar hentleikar, umframt orkuframleiðslu.
Gongst sum ætlað, verður Hanstholm havn hin fyrsta í heiminum, sum á bryggjumúlunum framleiðir streym úr alduorku.