info
Ongi úrslit

Hanus G. Johansen deyður

Í nátt andaðist kendi sangarin og lagasmiðurin úr Klaksvík, Hanus G. Johansen

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2025 kl. 14:01

Kenda røddin er tagnað. Hanus G. Johansen hevur verið partur av føroyskum tónleikalívi í meira enn hálva øld, og ta sigst, at hann hevur gjørt fleiri enn 250 løg. Serliga kendur gjørdist hann fyri løgini, hann gjørdi til yrkingar hjá Poul F. Joensen, sum harvið gjørdust fólkaogn hjá føroyingum. Hann hevur gjørt løg til umleið 90 yrkingar hjá Hargaskaldinum.
Vit prenta niðanfyri samrøðu við Hanus G. Johansen, sum Árni Gregersen, journalistur, hevði við hann í Soslalinum, tá hann í 2020 fekk Mentanarvirðisløn Landsins:


HETTA ER TANN STØRSTI HEIÐURIN

Grein úr Sosialinum 17. januar 2020:
Sangarin og lagasmiðurin úr Klaksvík fekk Mentanarvirðisløn landsins 
– Hetta er tað størsta, sum ein kann fáa frá landinum, og eg eri ómetaliga glaður fyri hetta. 
Hanus G. Johansen, 69 ár, er ógvuliga fegin, her dagin eftir at mentanarvirðislønirnar hjá landinum eru latnar. 
Sjálvur fekk hann høvuðsvirðislønina, sum er Mentanarvirðisløn landsins og 150.000 krónur. 
– Heiðurin er tað størsta, tí hetta er tað størsta, sum ein kann fáa frá landinum, sigur hann. 
Virðislønin var handað í einum fullsettum Sjónleikarhúsi, og tað var landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, sum handaði virðislønina. 
– Úrmælingurin og originali trubadururin, Hanus G. Johansen, hevur g jøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi, segði landsstýrismaðurin millum annað, tá ið hann handaði virðislønina. 
Á tónleikapallinum 
Hanus G hevur verið á føroyska tónleikapallinum í fleiri áratíggir. Hann hevði sína fyrstu konsert í 1972, og síðani hevur hann verið ein fastur partur av føroyska tónleikapallinum. 
Tá ið ein sigur Hanus G, so sigur ein eisini Poul F, tí yrkjarin Poul F hevur verið ein stórur partur av tónlistalívinum hjá Hanus G. 
– Ja, tað hevur hann og longu, tá ið eg spældi mína konsert í 1972 hevði eg yrkingina “Tú dregur meg sum ein magnetur” við á skránni, sigur Hanus G. 
Síðani tá hevur Hanus G. Johansen arbeitt nógv við yrkingum hjá Poul F. Heilar tríggjar plátur eru komnar við yrkingum hjá Poul F, sum Hanus G hevur gjørt løg til. 
– Eg havi gjørt løg til einar 90 yrkingar hjá honum, men fleiri eru ikki komnar út, sigur hann. 
Seinasta útgávan í 2015 
Seinasta útgávan við Hanus G. Johansen kom út í 2015. 
– Faktisk fór eg undir at gera klárt til meira enn eina útgávu afturat, men tað vísti seg ikki at vera møguligt at geva tær út. Sølan av fløgum er mestsum dottin burtur, og í veruleikanum er ikki nakar annar miðiil komin í staðin fyri, sum ger, at tað 
loysir seg at geva út longur, sigur hann. 
Tær inntøkur, sum standast av tónleiki, koma fyrst og fremst av live-spælingum og konsertum. Eitt sindur kemur gjøgnum KODA, meðan tað er lítið, sum kemur gjøgnum sølu. 
Tónleikarar eiga eisini at fáa pening, tá ið teir spæla alment, men tað er ikki altíð, at fyriskipararnir minnast til at boða KODAfrá–og so fáa tonleikararnir heldur ikki teir pengarnar frá KODA. 
Tí hevur hann framvegis nógv tilfar liggjandi, sum ongantíð er givið út. Millum annað hevur hann løg, sum hann hevur gjørt til Poul F-yrkingar – eini 50, sum ikki eru útgivin. 
Hanus G. Johansen spælir alment, men ikki so nógv sum hann hevur g jørt, einar tvær-tríggjar ferðir um mánaðin er hann úti og syngur og spælir. 
Hanus G. Johansen hevur seinastu mongu árini búð í Hósvík, har hann framvegis býr. 
– Hesa heiðurslønina eri eg sera glaður fyri. Tað eru nakrir dagar síðani, at eg fekk at vita, at eg fekk eina av heiðurslønunum, men tað var loyniligt tá. Tað er gptt, at tað nú er alment, sigur sangarin, her dagin eftir at hann fekk stóru virðislønina. 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Stór venjing á flogvøllinum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Illveður við Ísland avlýsir tríggjar vitjanir í Havn

14 minuttir síðan
Tíðindi

Stór venjing við 400 luttakarum á flogvøllinum

18 minuttir síðan
Tíðindi

Jenis krevur svar um koronu­kopp­set­ing­ar

1 tími síðan
Tíðindi

Heil vika sett av til álvarsamt mál um rán og eldáseting

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór venjing á flogvøllinum í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

USA fær var­andi hern­að­ar­lig rætt­indi í Grøn­landi

2 tímar síðan
Tíðindi

Semjan um Grøn­land: Nú er av­tal­an undir­skrivað

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Tvær nýggj­ar her­støð­ir í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bókin hjá beiggja Dianu er longu ein bestseljari

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndarøð: Á veg til und­ir­skriv­ing­ina í New York

5 tímar síðan
Tíðindi

Padelmiðstøð er upplatin

5 tímar síðan