Hanus G. Johansen í Stóra Pakkhúsi

Leygarkvøldið 16. juli verður eitt av forkunnugu kvøldunum í Stóra Pakkhúsi í Vági, tá konsert verður við Hanus G. Johansen.Umframt konsert, so fer Hanna Báralíð, kokkur, at bjóða betri lætt ábit áðrenn konsertina.

 

Hetta skrivar sudurras.fo.

 

Skráin fyri kvøldið er hendan:

Kl. 19.30 Hurðarnar lata upp

Kl. 20.00 Lætt ábit frá Hannu Báralíð og høvið verður at keypa sær okkurt leskandi afturvið

Kl. 21.00 Konsert við Hanus G. Johansen.

 


Avmarkað atgongd er til tiltakið og atgongumerkikunnu keypast í Miðlatúni í Vági fram til fríggjadagin kl. 16, skrivar Suðurrás.