Hanus Jacobsen: Størsta styrkin er stríðsviljin

Legendariski vinstri bakkurin tippar við hjartanum, og vónar at stríðsviljin vinnur Víkingi

Í dag klokkan 16 verður finalan um Løgmanssteypið á Tórsvølli millum Víking og HB. Ein ímynd av teimum fimm steypasigrunum hjá Víkingi er vinstri bakkurin, Hanus Jacobsen, sum legði gaggurnar á hillina eftir farna kappingarár.

Í samband við steypafinaluna hava vit spurt hann nakrar spurningar um Víkingi. Fyrsti spurningur er hvat er størsta styrkin hjá Víkingi.

- Tað er uttan iva stríðsviljin. Stríðsviljin liggur onkursvegna í DNA’num hjá Víkingi. Hetta er ofta komið til sjóndar, tá nógv hevur staðið uppá spæl - serliga í steypakappingini, har alt skal avgerast í einum dysti. Hetta kom eisini týðiliga til sjóndar í hálvfinaluni ímóti B36, har eisini teir ungu spælararnir, sum í ár hava tikið við, eisini tykjast hava fingið viljan inn í beinið, sigur Hanus Jacobsen, og leggur afturat:

- Um vit taka leikligu styrkina hjá Víkingi, so kann sigast, at - í mun til umdanfarin ár, har liðið hevur verið serliga sterkt í deyðbóltstøðum - so hevur liðið í ár víst serligar dygdir í skjótum umstillingum og í snarálopum.

Hvat er veikleikin hjá Víkingi?

- Ein veikleiki hjá Víkingi í ár meti eg vera, at við tað at ein lutfalsliga stór útskifting hevur verið á liðnum, so er tað náttúligt, at tað koma ávísar misskiljingar millum spælarar ígjøgnum ein dyst. Men liðið tykist tó hava ment seg nógv ígjøgnum árið í ár, sigur Hanus Jacobsen.

Hvør er týdningarmiklasti spælarin hjá Víkingi til finaluna?

- Um Víkingur skal fáa eitt gott úrslit, so mugu allir spælarar avrika væl. Tí er trupult, at taka einstakar spælarar burturúr. Men allur statistikkur í ár sigur, at Sølvi Vatnhamar er ein sera týðandi spælari, serliga í tí framrættaða spælinum. Men ein spælari, sum kann vera rættiliga avgerandi fyri, at Víkingur fær eitt gott úrslit í finaluni er verjuskansin Gunnar Vatnhamar. Eins og í fleiri dystum, so vísti hann seg í serflokki í hálvfinaluni ímóti B36, sigur Hanus Jacobsen.

##med2##

Hvør er títt boð upp á ein steypa”jokara” hjá Víkingur?

- Tað kundi verið onkur av teimum ungu spælarunum. Eitt nú Arnbjørn Svensson ella Geza D. Turi. Tó tikist ein spælari at hava onkur fjald evnir, sum hann hevur víst okkurt glimt av í onkrum dysti, og tað er Noah Mneney, sigur Hanus Jacobsen.

##med3##

Hvussu hevði tú sett liðið til finaluna?

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen, Noah Mneney – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

Hvat tippar tú?

Hetta er kanska eitt sindur litað, men eg tippi 1-1, og at Víkingur vinnur brotsparkskappingina, sigur Hanus Jacobsen.

##med4##

FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá finaluni um Løgmanssteypið. FM1 Byrjar at senda klokkan 15. Á In.fo beinleiðis tekstfrásøgn í samstarvi við Dystir.fo. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðbrot á In.fo.