Í dag kemur leingi saknaða útgávan ?Gaman og Álvara?, har Hanus G. Johansen, til egin løg, tulkar yrkingar eftir Poul F. Joensen
Upprunaliga útgávan, ið var á LP-plátu og kasettu, kom út í 1988. Tað eru somu upptøkurnar í eru endurnýttar. Tónleikurin er nú talgildur og re-mastraður og kemur á fyrsta sinni út á fløgu.
Tónleikararnir, ið eru við á útgávuni, eru úr Føroyum, Danmørk og Svøríki og vóru millum teir fremstu á norðurlendska tónleikapallinum í 80?unum. Tað var Jóhannus á Rógvu Joensen, ið var samskipari av verkætlanini.
Upprunaliga útgávan kom í samband við 90 ára føðingardagin hjá Poul F. Joensen. Síðani eru tulkingarnar av skemti- og kærleiksyrkingunum hjá Poul F. vorðnar fólkaogn og er tað ikki minst hesi útgávuni fyri at takka.
Tónleikurin av 1988-mastaranum er fluttur til nútíðar talgilt format á Nasjonalbiblioteket, Mo i Rana, í Noregi. Og Master Touch v/Lehnert Kjeldsen hevur mastrað tónleikin av nýggjum í 2008.
Tað er Forlagið KISA v/Hanus G. Johansen, ið gevur hana út.