Hanus og liðfelagarnir vunnu seg víðari í steypakappingini

Hanus Sørensen fekk ein hálvan tíma á vøllinum í dag

Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje hevur í dag vunnið seg víðari í slovensku steypakappingini. 

 

Í dag spældi Celje á heimavølli áttandapartsfinalu móti Tabor Sezena úr næstbestu deildini.

 

Celje var risastórur favorittur, og var Celje eisini á odda 2-0 eftir bert 25 minuttirs spæl. Tabor Sezena fekk minkað um munin við einum brotssparki undan steðginum. Seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal tá Celje økti til 3-1.

 

Hanus kom á vøllin í 64. minutti, og 18 minuttir seinni minkaði Tabor Sezena um munin til 3-2. Men heimaliðið knógvaði sigurin, og hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Sunnudagin hevur Celje torføra uppgávu. Tá skulu teir spæla dyst á útivølli móti oddaliðnum, Olimpija Ljubljana.