Hanus og vinfólk sløktu

Síðst á skránni fríggjanáttina var Hanus G. Johansen. Fyri fyrstu ferð í langa tíð spældi hann við bólki, og rundaðu tey frálíka tiltakið av við manér

Hvussu Hanus ger tað, veit eg ikki, men á ein ella annan hátt megnar hann at fanga fólk í øllum aldri. Meðan mánin hugdi at, og vindurin helt seg vekk, framførdu Hanus og vinfólk bæði nýtt og gamalt tilfar. Og øll sungu við. Tannáringar og pensionistar. Full og edrú.


Sum sagt, so hevði Hanus bólk aftrat sær fyri fyrstu ferð í nógv, nógv ár. Og hóast Hanus als ikki hevur trupulleikar við at fanga áhoyraran einsamallur, so dámdi mær væl broytingina. Onkur sangur fekk eitt jassut ´feel´, meðan teir flestu sangirnir komu undir fólkatónleik.Trummur, bassur, gittari og klaver løgdu grundina, meðan violin, klarinett, trombón og trompet kryddaðu løgini.


Hanus sjálvur sá út til at njóta sínar nýggju spælivinir. Eftir so nógv ár einsamallur á palli, er tað eisini skilligt. Vónandi verður tað ikki aftur talan um ár, áðrenn Hanus spælir við bólki aftur.