Hanus Sørensen spældi seinastu sjey minuttirnar, tá FC Midtjylland í dag tapti 1-0 móti FC Fredericia í venjingardysti. Talan var fyri ein stóran part um eitt eykalið hjá FC Midtjylland, skrivar bold.dk.
Føroyski U19-landsliðsspælarin hevur spælt við FC Midtjylland í nøkur ár, men enn hevur verið langt upp til besta liðið. Tí er hetta ein kærkomin møguleiki hjá skjóta vonginum at vísa seg fram.
Hanus Sørensen var tíverri ikki við, tá føroyska U19-landsliðið spældi EM-undankapping í Køge í novembur í fjør. Tá var hann skaddur, men er nú komin fyri seg. Hanus Sørensen var ein av lyklaspælarunum, tá U17-landsliðið í 2017 vann seg í EM-endaspælið.