info
Ongi úrslit

Hanus Sørensen hevur skift felag

Føroyski U21-landsliðsspælarin hevur raðfest spælitíð, fyri at menna seg sum fótbóltsspælara

Tróndur Arge
27. desember 2020 kl. 11:35
Hanus Sørensen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Middelfart Boldklub, sum spælir í triðjbestu deildini í Danmark. Eftir nøkur ár í ungdómsdeildini í FC Midtjylland skal Hanus Sørensen nú taka stigi upp til fyrstaliðs fótbólt. - Vit gleðast um, at tað hevur eydnast okkum at gera sáttmála við Hanus Sørensen. Hann er ein spælari, sum leggur nógv fyri, og hevur nógva styrki og eitt gott tekniskt stig. Hann er skjótur og vil gjarna taka lut við bóltinum. Hartil er hann kropsliga sterkur og fyllur nógv á vøllinum, sigur stjórin í felagnum, Søren Godskesen. Hjálparvenjari hjá Middelfart Boldklub er fyrrverandi fótbóltsmennarin hjá føroyska fótbóltssambandinum, Thomas Thinggaard. Tað hevur eisini hjálpt Hanusi at taka avgerðina. - Eg havi verið glaður fyri tað samskiftið, sum vit hava havt við felagið. Eg havi eisini havt nøkur góð prát við Thomas Thinggaard um felagið. Framtíðarætlanin hjá felagnum sær eisini spennandi út, og tað er nakað, sum eg gjarna vil verða partur av í framtíðini, sigur Hanus Sørensen. Sáttmálin er galdandi til endan av 2022.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

27 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

37 minuttir síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

2 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

3 tímar síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

4 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

5 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

5 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

6 tímar síðan