Hanus: Støðan á Argjum órógvaði okkum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sigursmálskjúttin hjá Víkingi staðfestir, at nú má nýggja oddaliðið halda fokus

Víkingur hevði sítt hoyggj við TB í dag og vann ein tepran, men sera týdningarmiklan 1-0 heimasigur. Sigursmálskjútti gjørdist Hanus Jacobsen.

Hanus Jacobsen ásannar eisini, at TB gav Víkingi ein skarpan gang, og hann staðfestir, at ofta hevur Víkingur tað trupult ímóti TB, sum eftir hansara tykki spælir rættiliga hart.

Hanus Jacobsen heldur eisini, at nakað, sum ávirkaði avrikið hjá Vìkingi í fyrra hálvleiki var tá vallarvarparin kunngjørdi yvir hátalararnar, at AB var á odda 3-0 ímóti KÍ. Tað órógvaði nakað sambært Hanusi Jacobsen. Men nú mugu teir í Víkingi halda fokus, fyrst ímóti B36 á heimavølli í komandi dystinum, slær Hanus Jacobsen fast.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Hanus Jacobsen aftaná 1-0 sigurin hjá Víkingi ímóti TB.