Happing í Kvívíkar skúla

Fyrilestur um avleiðingar av happing og hvussu happing kann fyribyrgjast

Happing hendir á flestu skúlum. Tað er ikki altíð lætt at staðfesta, og ov ofta tí vit ikki ynskja at staðfesta at happing fer fram, tí vit ikki vita, hvat vit skulu gera. Bert meinaleysir barnalótir vilja summi halda, men at børn eru fyri happing kann fáa álvarsamar fylgir seinni í lívinum hjá teimum, staðfestir formaðurin í Sinnisbata.
Avleiðingar av happing og hvussu happing kann fyribyrgjast, er heiti á fyrilestri, sum Soffi Egholm heldur í Kvívíkar skúla mikudagin 28. september kl 19. Aftaná verða stuttir filmar um sama evni sýndir. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.
Soffi Egholm er formaður í Sinnisbata og hevur starvast sum psykoterapeutur innan barna- og ungdómspsykatri í umleið 20 ár. Sinnisbati fer seinni í ár undir eitt landsumfatandi átak, ið hevur til endamáls at varpa ljós á trupulleikarnar og fylgjurnar, sum kunnu standast av at børn verða happað.
Skúlastýrið fyri Kvívíkar Skúla skipar fyri tiltakinum.