Óhappini fylgja Rógva

Seinastu vikurnar hava merktar av upp- og niðurtúrum hjá føroyska elitusúkklaranum, Rógva Johansen


 

Súkkling


Síðani summarfrítíðin var av, hevur føroyski súkklarin, Rógvi Johansen, tikið lut í fleiri kappingum. Ymiskt er, hvussu hevur gingist hjá Rógva í hesum kappingum. Onkun tíð hevur hann ligið væl fyri, men í eitt nú stóru kappingini, Fyn rundt, var Rógvi sera óhepping, tá hann fekk eitt fløskustativ í bremsurnar, og tí mátti gevast.


Upp og niður

Sjúka hevur síðani bremsa Rógva nakað, men seinastu vikurnar hevur lagið tó verið betri aftur. Rógvi var millum annað sera væl við í Post Cup kappingini í Sorø, men helst hevði sjúkralegan sett síni spor, tí eftir at hava sitið í fremstu røð í 170 kilometrar, noyddist Rógvi at gevast.

Góða ferðin, sum hann hevði havt fram til tá, viðførdi tó, at tað var við góðum treysti, at Rógvi stillaði upp til September Cup kappingina í Herning.

Fullur av sjálvsálitið var Rógvi frá fyrstan tíð við til at seta ferðina, saman við tveimum súkklarum kom hann eisini í útbrot, tá nakað var útliðið.

Óhappingini síggja tó framhaldandi út til at fylgja Rógva. Í einum svingi bst hann áhaldsn og gleið á regnváta vegnum, og úrslitið varð, at hann noyddist ein túr á sjúkrahúsið.

Tíbetur sýndu kanningarnar, at einki er brotið, men Rógvi sigur sjávlur, at hann hevur meiðsla sær alla vinstru síðu rættiliga illa, og at sum støðan er nú, má hann bara bíða, til hann aftur er førur fyri at fara upp á súkkluna.