Eitt lágtrýstsøki í ein vestan og útnyrðing úr Írlandi liggur mest sum í stað. Eitt veikt brúgvalag haðani kemur inn yvir Føroyar av norðri. Um vikuskiftið nærkast eitt hátrýst Føroyum úr eystri og fer væntandi framvið sunnudagin beint sunnan fyri Føroyar.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Seinni øtlar hann vindin í andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 12 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Mest skýggjað og regn av og á, seinni út á dagin fyri tað mesta turt. Hitin millum 2 og 5 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, framvegis harðar hvirlur, um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað og fyrrapartin stundum regn, annars yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin, sunnudagin og mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, seinni av vestri. Mest turt og stundum sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.