Harðari kapping í donsku loftferðsluni

Enn eitt lágprísfelag kemur nú inn á danska loftferðslumarknaðin Talan er um felagið transavia.com, sum er eitt tað sterkasta av sínum slagi á evropeiska marknaðinum, sigur TV2.

Felagið hevur boðað frá, at tað fer undir flúgving til og úr Danmark síðst í hesum mánaðinum, og fyribils fer tað at hava 30 fráferðir um vikuna úr Kastrup.

Tað eru tey bæði stóru flogfeløgini Air France og KLM, sum eiga tr5ansavia.com. Felagið er meiri enn 40 ára gamalt, og raksturin hevur givið avlop í mong ár, sigur TV2.