Har fór 2011

Vit hava nú lagt enn eitt kalendaraár aftur um okkum. Fyri framman stendur ársskiftið, tá við feiðra gamla árið og bjóða tí nýggja vælkomið.

 Fyri nógv av okkum kemur ársskiftið óvæntað – ella í øllum førum knappliga. Tíðin flýgur avstað, og uttan at vit veruliga varnasta tað leggja vit 365 dagar afturat aftur um okkum. Kanska leggur tíðin ikki upp til, at vit seta ferðina niður og njóta løturnar og dagar, og kanska gera vit tað ov sjáldan. Men hinvegin eru vit helst eisini eitt sindur prísgivin í einum modernaðum samfelag, har alt skal ganga skjótt fyri seg – helst allatíðina.


2011 bjóðaði okkum eitt sindur av hvørjum. Búskapurin hjá okkum og í útheiminum hevur tað framvegis ikki betur enn næstbest, og tað merkir arbeiðsloysi, færri pengar í umfari, og fólk, sum hava tað tungt fíggjarliga. Tað merkist eisini í almenna búskapinum, at framgongdin nógvastaðni er vend til afturgongd, og almenni búskapurin hevur sett sær fyri at gera stórar sparingar komandi árini. Tað fer eisini at merkjast í samfelagnum.


Millum hendingarnar, sum hava sett dám á árið, eru onkrar lagnutungar hendingar. Skjótingin á Utøya í Noregi kendist so nær, at mong mugu hava kenna hana sum okkara egnu - og slíkar ræðuleikar ber ikki til at skilja.


Her heima hendi eisini mangt og hvat. Val vóru til bæði løgtingið og fólkatingið, og vit fingu nýtt landsstýrið, sum hevur sett sær fyri at stýra Føroyum komandi árini. Ein hending í Eysturoynni, har ein maður hvarv og ikki er funnin aftur enn, setti eisini døpur spor í samfelagnum. Aðrar størri og smærri hendingar myndaðu eisini okkara 2011 – vit upplivdu farmgongd og gleði, men eisini bakkkøst og sorg.


Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2010 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari enn áður, og tað hevur givið prentaðu bløðunum ein annan leiklut, enn tey høvdu fyri bara 10 árum síðani.


Sosialurin hevur í 2011 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið.


Vit takka við hesum fyri 2011 og ynskja øllum eitt gott 2012!


Sosialurin