Tað segði Eyðun Johannesen, fyrrverandi næstformaður í Føroya Fiskimannafelag, á rættarfundinum seinnapartin í gjár.
Tað tók munandi meira tíð at avhoyra vitnir á rættarfundinum í málinum millum Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag í gjár.
Ein tími var avsettur til at avhoyra Óla Jacobsen, men tað tók hálvan triðja tíma. Eisini avhoyringin av Eyðun Johannesen tók longri tíð enn framman undan mett.
Jógvan Elias Winther Poulsen spurdi fyrrverandi næstformannin um fundin 21. oktober 2004, tá avgjørt var, at Óli Jacobsen skuldi fáa eftirløn.
Hann svaraði, at tað byrjaði at koma fram eftir ein tungan burð í samráðingunum við Reiðarafelagið í 2002.
- Lønarspurningurin var so tikin upp í 2004, men Óli hugsaði lítið um egna løn. Eitt uppskot kom so fram um, at Óli skuldi fáa eftirløn, tá hann pensjóneraðist. Eg minnist ikki, hvør kom við uppskotinum, men tað gekk so út upp á, at hann skuldi fáa helvtina av einari arbeiðsmannaløn í pensjón, segði Eyðun Johannesen.
Hann segði, at einki varð tosað um eftirlønina hjá Óla, meðan hann var formaður, men tá Jan Højgaard kom til, setti hann spurnartekin við hana. Eisini var hon nevnd á einum aðalfundi í antin 2008 ella 2009, men eitt uppskot um at taka eftirlønina frá Óla Jacobsen fall.
Um Arctic Viking málið segði Eyðun Johannesen, at tá talan var um at leggja sak móti reiðarínum, var hann og onkur annar hart ímóti, men sakin varð førd kortini við tapi sum úrsliti.
Páll Nielsen vildi vita, um tað ikki lá á hjá Óla Jacobsen at halda eina loyala linju mótvegis Fiskimannafelagnum, so svaraði Eyðun Johannesen, at tað helt hann ikki. Hann helt somuleiðis, at tað í hesum førinum var rætt, at reiðaríið hjá Arctic Viking fekk pengarnar, sum reiðaríið spardi av litavisku manningini.