Harðskapur í parlagi á fíggjarlógina

Á fíggjarlógaruppskotinum, sum er borið niðan í Tingið, eru 1,2 milliónir krónur settar av til arbeiðið at steðga og fyribyrgja harðskapi í parlagi og nærsambondum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum varðar av heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum, sigur í hesum sambandi:

- Hetta er eitt týðandi øki, sum landsstýrið raðfestir høgt. Vit vita frá tí arbeiði, sum hevur verið gjørt, at tað hevur ógvusligar menniskjansligar avleiðingar fyri tey, sum liva við harðskapi. Harumframt førir harðskapur við sær, at samfelagsligi kostnaðurin er høgur bæði í mun til orkuna, sum verður nýtt í almennu skipanini, t.d. hjá løgreglu, á skaðastovum, í psykiatriini, men eisini sum mist arbeiðsinntøka og langtíðar sálarsjúka.

Heildarætlanin fevnir yvir fimm ár og inniheldur 18 ítøkilig átøk. Arbeiðsbólkurin hevur saman við myndugleikum, stovnum og fakfólki á økinum ásett átøkini . Dømi um átøk eru:

Upplýsandi átøk, sum venda sær til børn og ung

Frálærutilfar til fólkaskúlabrúk

Upplýsandi átak til almenningin

Tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt

Ymsar lógarbroytingar

Skipað viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi

Førleikamenning fyri yrkisbólkar, sum hava samband við harðskapstrupulleikanum

Fastar mannagongdir fyri harðskaparmál

Viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð

Ein samskipari skal setast at íverkseta heildarætlanina, boðar Vinnumálaráðið frá.