Harðskapur tekin um ómegd og persónliga neyð

- Hóast harðskapur millum ung als ikki eigur at verða góðtikin, mugu vit ansa eftir ikki at leypa framav. At ungfólk gera um seg við oyðileggjandi atferð, er eitt fyribrigdi, sum stingur seg upp av og á, og ofta í tørnum, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum helt fyrilestur um happing og harðskap fyri foreldrum mikukvøldið

 

HARÐSKAPUR

 

Ikki sørt av fjáltri er á foreldrum í Havn, sum eiga tannáringar, nú fleiri álop í seinastuni hava verið á ung. Sakleys ungfólk eru vorðin meinslað, harav onkur rættiliga illa, av at javnaldrar hava gjørt seg inn á tey við vápnum ella harðskapi. Størsti skúlin í landinum, Eysturskúlin, tekur hetta nýggja rákið millum ung í ramasta álvara. Evnið: harðskapur og happing millum ung, var tískil á dagskránni mikukvøldið, og Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur.

 

Fólk spyrja sum nátúrligt er, hvat hetta er fyri nakað, og um ungdómar ikki hava annað og betri at taka seg fyri enn at meinsla hvønn annan. Eisini verður spurt um garvillir ungdómsbandar ganga leysir, og um foreldur ikki longur eykkaleys kunnu lata síni hálvvaksnu børn út fyri dyr um kvøldarnar og næturnar.

 

- Hóast hesin atburður als ikki eigur at verða góðtikin, mugu vit ansa eftir ikki at leypa framav. At ungfólk gera um seg og tíverri við oyðileggjandi og skaðandi atferð, er eitt fyribrigdi, sum stingur seg upp av og á. Ofta í tørnum og ofta lokalt frá einum øki í landinum til annað, men hvørja ferð uttan at vit sum vitni ella áskoðarar hava hildið okkum sæð nakra djúpari meining í. Stríð og bardagi eru ikki nýtt fyribrigdi millum børn og ung, sum vilja royna kreftir og fylkjast í felagskapi og kenna bólkatilknýti á slíkum menningarstigum. Børn í býlingum finnan saman at beistast og kríggjast við børn úr øðrum býlingum. Tað hevur ikki skortað at finna uppá snildir at vinna hvørjum øðrum neisir til tess at styrkja og verja um egið bólkatilknýti, sum er so týdningarmikið í slíkum árum, sigur Eyðun Joensen.

 

Men hetta er alt í spølni og innan rímiligt mark.

 

- Tað verður av røttum tikið til, at børn og ung hava tað fyri at leika og reika á so nógvum pallum, hava nógvar ymiskar leiklutir og gott tað sama, tá tað hoyrir árunum natúrliga til og ivaleyst er liður í menningini hjá teimum. Men herfrá og so til tað meiri óhugnaliga og ræðandi, at einstaklingar og ungfólk í felag finna saman at gera grov herverk ella gera seg inn á einstakar javnaldrar er eitt langt lop, sigur Eyðun Joensen.

 

 

 

Felagsnevnarin

 

Tað er ringt at finna ein felagsnevnara fyri, hvat tað er, sum fær summar ungdómar til einsæris ella saman í bólki at fara yvirum alt rímiligt mark at gera um seg, at happa og í meira ólukkumát at gera seg inn á sakleys ungfólk.

 

- Vit mugu tí hyggja nærri at kjarnuni í málinum og spyrja, hvat happingar- og harðskapsatferð í grundini er fyri nakað. Hvørji fyribrigdi í persóninum gera seg galdandi. Og hetta er ikki einfalt at svara, sigur Eyðun Joensen.

 

- Vit kunnu øll hvør í sínum lagi steðga á eina løtu og rannsaka okkum sjálvi og spyrja, hvat vit í okkara føri kenna sum lívssælu her og nú. Svarini eru ivaleyst mong, men man ikki ein av teimum heilt fáu og tó grundleggjandi felagsnevnarunum vera ein rímilig og støðug javnvág millum tørv og nøktan. At alt kennist sum ein samanhangur, sum skapar meining og ger tað møguligt hóast alt at hava eina kós og stavnhald og varðveita ein persónligan samleika. Hetta krevur stundir og royndir hjá ungfólki at ogna sær. Tey ferðast og reika í síni skiftistíð millum barna- og vaksnamannaár, á nógvum ymiskum, neyðugum pallum at royna seg. Tað gevur neyðugar lívsroyndir, tó ofta við løstum í viðbót. Tað brýtir javnan á hjá teimum í bæði borð, til tey umsíður einaferð fyrr ella seinni eru komin í slættari sjógv, sigur Eyðun Joensen.

 

Tað er á hesi torføru menningarleið í uppvakstrarárum, at ungfólk, leikandi og leitandi, at summi av teimum koma tvørt fyri. Og í einstøkum førum koma at gera øðrum ónáðir, tí at persónleikin enn ikki er fullbúgvin.

 

- Nøkur fara út um alt mark, tí tey í sínum ótryggleika, óvissuni og persónleikans ójavnað, standa so veik yvir fyri egnum impulsum at tálma egið vónsvik, strongd og øði. Tey søkja sær styrk og stiril í bólkahøpi, sum kanska kennir sínámillum samanhald og megi í at standa saman um at gera seg inn á onnur fyri sjálvi at standa sterkari og sleppa undan at gerast offtur fyri ágangi, sigur Eyðun Joensen.

 

Og hetta er júst kjarnin í happingarfyribrigdinum. Hetta at happarin í síni egnu strongd, vónsviki og egnum ótta fyri ágangi, hevur brúk fyri einum happingaroffri at avreagera uppá.

 

- Happing og harðskapur er eitt tekin um ómegd og persónliga neyð. Happing er at fata sum ein systematisk, skipað og áhaldandi ágangur, har offrið til dømis verður sligið, spýtt, steinað og so framvegis. Sálarliga happingin kann vera, at offrið verður niðrað, útihýst, argað og spáttað. Tey, sum happa, hava ofta sjálvi trupulleikar, tilvitaðar sum ótilvitaðar. Eru ofta innast inni strongd, kunna kenna seg forsømd og forfjórnað. Og verður happingin framd í bólki kann hon í sjálvum sær kennast sum eitt hent amboð til at varðveita sítt tiltrongda bólkatilknýti, sigur Eyðun Joensen.

 

 

 

Ávirkan

 

Eyðun Joensen hevur verið virkin í filmseftirlitinum í 20 ár og hevur í tí sambandi tikið lut á nógvum ráðstevnum um spurningin, sum ofta verður reistur, nevniliga um harðskapsfilmir elva til harðskap.

 

- Hóast nógva gransking og umrøðu, verður ikki mett, at harðskapsfilmir elva til harðskap. Sjálvsagt er tað ein spurningur um, hvør ið sær og upplivir ræðslumyndirnar, sum kunnu vera. Tað er ymiskt sum bendir á, at hjá viðkvomum ungfólki kunnu harðskapsupplivingar gera ein eyka tilelving til at forloysa strongdina við egnum harðskapi. Samstundis vísa nýggjar kanningar, at nógvar harðskapsupplivingar kunnu lækka tolsemisgáttina hjá okkum fyri harðskapi. Tað vil siga, at vit fáa meiri lyndi til at góðtaka órímiligan harðskap. Og hetta er rættiliga álvarsamt eftir mínum tykki.

 

 

 

Skúlin

 

Fólkaskúlin eigur ein stóran leiklut í at fyribyrgja happing og harðskap millum ung, heldur sálarfrøðingurin.

 

- Hetta at børnini hóast ymiskar gávur og førleika, politiskan, sosialan og átrúnaðarligna uppruna, uppliva ein felagsskap og eitt felags umhvørvi í tíggju ár, lærir tey at virða og verða góð við hvønn annan. Tað forðar fyri happing, harðskapi og øðrum ágangi millum ung.

 

- Míni bestu ráð eru, at vit eru góð við fólkaskúlan sum við tíðini hevur fingið litið upp í hendi so ómetaliga stóran part av uppalingini av okkara børnum. Vit eiga at sýna skúlanum uppiborið samhaldsfesti og standa saman um skúlan sum okkara og samfelagsins fremsta amboð til at ala upp komandi ættarlið. Tí júst tað er skúlin, sigur Eyðun Joensen.