í einum hørðum dysti við ikki færri enn 41 fríspørkum eydnaðist leygardagin FC Zwolle at vinna sær enn ein sigur, tá teir høvdu vitjan av Harleem, sum liggur miðskeiðis á stigatalvuni.
Avgerandi málið kom longu í 3. minutti, tá Richard Roelofsen fann vegin fram til meskarnar, men fyri tað var dramatikkurin als ikki liðugur. Sum nevnt var talan um hópin av fríspørkum, og umframt at hetta kostaði gult kort til fleiri leikarar, so merkti tað eisini, at Zwolle misti tveir leikarar afturat. Sum kunnugt varð Súni Olsen skaddur í seinastu viku, og nú fer av álvara at sansa at hjá Zwolle, og tíðarfestingin fyri hetta er hin ringast hugsandi. Komandi tvær vikurnar skulu teir nevnliga royna seg móti tveimum av liðunum, sum eisini royna at tryggja sær uppflytan, og tá verður tørvur á øllum góðum kreftum, um dreymurin um heiðursdeildina skal gerast veruleiki á hesum sinni.