Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey ísfiskalínuskip, sum hava fiskað í íslendskum sjógvi, koma heim at landa í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Eitt triðja línuskip fiskar eisini í íslendskum sjógvi, men teir eru nýliga byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa í næstu viku.
Fýra línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og tey koma helst inn at landa síðst í næstu viku, tá streymurin verður harðastur. Skipini undir Føroyum fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at eitt frystilínuskip er á veg til lands, og tvey eru nýliga byrjaði túr. Annað fiskar undir Føroyum, og hitt er í íslendskum sjógvi. Restin av línuskipunum liggja við bryggju.
Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður harður, og veðrið verður ikki av tí besta. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri í næstu viku.