Harður streymur og ólagaligt veður

Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikun, var bert eitt línuskip til fiskiskap. Hetta skipið landar helst í dag og hevur eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
- Eitt línuskip er á Flemish Kap, men landar ikki í vikuni. Restin av línuflotanum liggur, men fer út aftur, tá veðrið batnar, og streymurin verður til vildar.
Sosialurin kann leggja aftrat, at línuskipið, sum er á Flemish Kap, er Váðasteinur.
Um útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður harður first í hesi vikuni, men batnar so líðandi, og veðrið er óstøðugt.
- Um veðurforsøgnirnar fara at halda, verður onkur dagur til útróður, og útróðrarbátarnir fiska bara tosk og hýsu.
Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur smáligur, men okkurt parið hevur havt góðan fiskiskap.
Um djúpvatnstrolararnar sigur marknaðurin, at tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Djúpvatnstrolararnir eru nýliga byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa fyrr enn seinni í hesi vikuni.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sína meting av hesi vikuni, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir loysa aftur, tá veðrið batnar, og væntandi fara teir at fiska havtasku.
Í dag kemur eitt garnaskip inn at landa svartkalva. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva og frysta veiðina umborð.