Norðstreymoyar Sambandsfelag nýggjan formann

Norðstreymoyar Sambandsfelag helt aðalfund í gjárkvøldið, og felagið hevur nú fingið nýggjan formann, sum er Haraldur S. Hammer.

Haraldur S. Hammer er nýggjur formaður í Norðstreymoyar Sambandsfelag.

 

Felagið hevði aðalfund í gjár, har nevndin heldur fram. Tó varð heitt á Harald S. Hammer fyri Hvalvík/ Streymnes um at taka lut í nevndini.

 

Samstundis boðaði Asbjørn Djurhuus frá, at hann vildi halda fram í nevndini, tó ikki sum formaður.

 

Nevndin valdi tí Harald S. Hammer sum nýggjan formann. Næstformaður er Boje Christensen, og Bárður Nielsen er kassameistari.

 

Hinir nevndarlimirnir eru Mikkjal Hansen, Maibritt Hansen og Asbjørn Djurhuus.

 

Á fundinum takkaði Haraldur S. Hammer fyri álitið og segði seg vilja gera sítt besta fyri felagið og øll sambandsáhugað.

 

##med2##

 

Haraldur S. Hammer er nú nýggjur formaður í Norðstreymoyar Sambandsfelag.