Hann letur seg í eftir veðrinum. À sínum túrum millum dalar og uppi millum fjalla plagar hann at hava myndatólið við sær. Honum dámar væl at avmynda náttúruna, djór í nátturuni og fuglar.
Ein av hesum túrum í Upsalahaga tók hann hesa myndina. Regin sá hesa haru og gekk spakuliga framá hana, har hon sat
so fitt - og líkasum bíðaði eftir honum. Hann bar seg skjótt at og tók heasa frálíku og fittu myndina.
So skjótt, Regin hevði avmyndað haruna, leyp hon avstað, og hann
sá ikki í halaferðina á henni aftur.
Tað er sjáldan at, tú sleppur so nær eini livandi haru í haganum.
Tí hildu vit tað vera stuttligt at prenta hesa myndina.