Harley er settur sum viðgeri á teknisku deild

Nýggi maðurin á teknisku deild er útbygvin húsamiður, byggifrøðingur og kloakkmeistari, og hann hevur hollar starvs-og leiðsluroyndir.

Fuglafjarðar kommuna hevur sett Harley Joensen úr Fuglafirði í starv sum málsviðgera á teknisku deild hjá kommununi, og hann byrjar í hesum starvi hin 1. mars.

 

Harley, sum hevur hollar útbúgvingar at vísa á, er 47 ára gamal, giftur Haidi T. Joensen, og saman eiga tey fimm børn í aldrinum 9 til 24 ár.

 

Nýggi maðurin á teknisku deild er útbygvin húsamiður, byggifrøðingur og kloakkmeistari, og hann hevur hollar starvs-og leiðsluroyndir innan tekniska økið í privatari ráðgevandi fyritøku.

 

Hann hevur royndir við projektering, fakeftirliti og byggileiðslu, umframt at hann hevur viðkomandi skeið innan kloakkering og royndir við málsviðgerð innan teknisk mál fyri aðra kommunu.

 

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey í dag at siga, at Harley Joensen eisini hevur undirvíst á Glasi.