– Eg fegnist um, at arbeiðið at bora brunnin hevur gingið trygt og væl, men tað var spell, at kolvetni í vinnuligum nøgdum ikki vórðu staðfest.
Tað sigur Johan Dahl, landssstýrismaður í vinnumálum.
– Leitivirksemið á landgrunninum heldur fram, og arbeitt verður við at vísa oljuvinnuni á nýggjar leitimøguleikar, sum vit hava góðar vónir um, at vinnan fer at vísa ans, sigur hann.
– Eg fegnist eisini stórliga um, at Statoil og North Atlantic Drilling, ið eigur pallin, West Hercules, hava gjørt av at gera viðlíkahald upp á pallin í føroyskari havn. Hetta er stór álitisváttan til føroyska veitaravinnu og kann verða eitt frambrot fyri føroyska vinnu í strembanini eftir at økja um veitingar til oljuvinnuna úti í heimi eisini. Samanumtikið fara vit framhaldandi at virka fyri leitivirksemi á landgrunninum og eisini eftir at styrkja møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at lata vørur og tænastur til altjóða oljuvinnuna, har stórir møguleikar liggja fyri framman, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.