Harmast um siðaskifti í Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð í nógv ár sendir Kringvarpið ikki gudstænastu nýggjársaftan og tað harmar Theodor Olsen, prest, og lim í kringvarpsstýrinum

 

- Eg haldi, at tað er spell og eitt mentanartap.

 

Tað sigur Theodor Eli Dam Olsen, prestur, nú Kringvarpið fyri fyrstu ferð í mong ár, ikki ætlar at senda gudstænastu í annaðkvøld, nýggjársaftan.

 

Theodor Olsen sigur, at annars hevur stýrið fyri Kringvarpið onkuntíð givið til kennar fyri leiðsluni í kringvarpinum, at átrúnaður skal ikki niðurraðfestast.

 

Hann veit ikki um hann skal kalla hetta at niðurraðfesta átrúnaðin í Kringvarpinum, men í øllum førum staðfestir hann, at hetta er at taka nakað av, sum hevur verið.

 

- Hetta er í hvussu so er eitt siðaskifti í Kringvarpinum, leggur hann afturat.

Í øllum førum kunnu vit eisini staðfesta, at átrúnaðurin er ikki uppraðfestur heldur og summi kunnu kanska halda, at hetta er bara ein einstøk gudstænasta, eitt ávíst kvølk, men eg leggi stóran týdning í signalvirðið í hesi avgerðini, sigur Theodor Olsen.  

 

Hann sigur, at hann hevur eisini gjørt leiðsluni í Kringvarpinum varuga við, at hann saknar gudstænastuna í Kringvarpinum gamlaárskvøld.

 

Hann er fullkomiliga ósamdur við teimum, sum siga, at gamlaárskvøld er eitt veitslukvøld og at ein gudstænasta bara oyðileggur huglagið.

 

- Eg havi als einki ímóti at fólk hugna sær. Men eingin góð veitsla uttan eitt sindur av álvara fyrst, sigur presturin.

 

Hann sigur, at flestu stóru veitslur, tað verið seg jól, páskir, ólavsøka og brúdleyp byrja aloftast við eini átrúnaðarligari markering.

 

Tað hevur Kringvarpið eisini gjørt á nýggjárinum nú í nógv ár, men í ár er so gudstænastan nýggjársaftan, strikað og tað her harmiligt, heldur presturin og stýrislimurin í kringvarpinum.

 

Til hesa greinina bar ikki til at fáa orðið á kringvarpsstjóran, Dia Midjord, men vit royna at fáa eina viðmerking frá honum seinni.