Harmiligt við Rógva

- Tað gekk ikki heilt sum væntað hjá Hødd og Rógva. Hann var ørkymlaður, nú tað ikki gekk serliga væl. Men tað verður serliga stórur missur í Rógva uttan fyri vøllin, nú hann gevst.

Fredrik Klock, liðskipari hjá Hødd, harmast um tíðindini, at føroyski landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen nú aftur vendir heim til Føroya. Hann staðfestir tó, at ein og hvør spælari kann loysast av.

- Hóast tað ikki hevur gingið serliga væl í seinastuni, so hava vit ein frálíkan hóp við fleiri dugnaligum leikararum. Eingin á Hødd er so góður, at hann ikki kann loysast av. Men sum støðan er nú vildi tað verið natúrligt at hyggja eftir nýggjum leikararum, sigur Fredrik Klock við norska vikublaðið.