Ein harmonikusamanstoytur var fyrr í kvøld í Kollafirði.
Løgreglan sigur, at ein lastbilur misti eitthvørt av lastini, og so var trupulleikin, at fólk halda ikki frástøðu í ferðsluni. Fyrsti bilurin bremsaði, men ikki allir bilarnir aftanfyri megnaðu at bremsa, tí frástøðan var ikki nøktandi. Tískil komu eini 3 bilar sær í óføri og talan varð um sonevndan harmonikusamanstoyt.
Um 19 tíðina í kvøld fóru brandbilar í Havn við útrykningi oman á bryggjuøkið í Havn, har Ternan lá.
Talan var tó um eina venjing, sigur løgreglan.
Í Eysturoynni, Klaksvík og Norðoyggjum er nógvur kavi, og fleiri bilførarar hava biðið um hjálp.
- Og tað kavar framvegis, tað síggi eg á myndatólunum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, ið annars hevur havt eitt friðarligt kvøld.