Harmuligt at missa eitt stig ímóti dystarenda

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi ergrar seg um úrslitið, men er fegin um arbeiðsavrikið hjá sínum monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði beinleiðis við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi aftaná Heðin og hansara menn vóru fáar minuttir frá at fáa ein javnleik 0-0, men fáar minuttir áðrenn tíð tryggjaði Albert Adu KÍ øll stígini, tá hann skoraði sigursmálið í 87. minutti.

 

Heðin Askham harmast at missa eitt gott stig ímóti dystarenda, men hann er sera fegin um tað avrikið, sum hansara menn løgdu fyri dagin ímóti KÌ í dag, har teir stríddust sera væl. Heðin heldur, at KÍ hevði tað mesta spælið, men teir í EB/Streymi megnaðu væl at byrgja upp fyri.

 

Heðin Askham heldur, at EB/Streyms-spælararnir vísa rætta hugburðin, og tað fer uttan iva eftir hansara tykki at geva úrslit.