Sólveig E. Skorastein
------
Nú haldi eg tað er tíð uppá, at eg fái luft. Eg eri so ævinliga troytt av tí almenna “systeminum”, at eg skjótt bresti. Havi (tíverri) verið bundin av almennum veitingum nú í skjótt 15 ár orsakað av sálarligari sjúku. Og tað má eg siga, at man skal vera sera sterkur sálarliga, fyri at klára at vera í “systeminum”. Man fær nei omaná nei, omaná nei! Mótgang omaná mótgang. Søkir man um hjálp til eitthvørt, møguliga klæðir, so er svarið:” Ja, men tú eigur at klára teg við hasum pengunum!” Ger so væl, statt so! Tíverri havi eg lán og leigu at gjalda hvønn mánað, og tá røkkur ÚS ikki langt.
Var endiliga liðug við HH útbúgving í 2007, hevði ikki væntað at eg kom so langt. Fór so til arbeiðis, tí eg fekk onki lærupláss. Søkti so víðari á skúla, og slapp inn. Setti meg í samband við Almannastovuna, tí nú hevði eg aftur brúk fyri hjálp. Men NEI! Handan lógin er ikki í gildið longur. Tað er broytt síðani tá. Harragud altso! Havi nú gingið í skúla aftur í eitt ½ ár, men verið tó noydd at gevast, tí tað eg tjenti ímillum skúlarnar, verður nú mótroknað, so at eg ikki havi ráð at halda fram í skúlanum. Altso, eg má gevast í skúlanum, tí at tað almenna ikki vil hjálpa teimum, sum so fegin vilja útbúgva seg, men ikki hava fíggjarligan førleika.
Eitt veit eg bara, eg skilji so sera væl øll tey sum fara av landinum at lesa. Sjálvandi! Har fær man hjálp til alt, um man hevur hug at fara undir endurútbúgving.
Hevði eg torað at ferðast, varð eg so langt síðani farin av landinum. Og trúgv mær, eg hevði nokk ongantíð komið aftur!
Tit høgu landsstýrismenn og kvinnur og tingfólk, skilja ikki hví tað vanta 2000 kvinnur í Føroyum. Ok, men tað veit eg. Her er ongin livandi kjansur at yvirlivað, um man hevur brúk fyri hjálp. Um tú ikki kennir onkran, sum kennir hin, sum so aftur kennir tann, so er ikki ein einasti møguleiki at fáa hjálp.
Rópa og rópa um at útbúgving er so umráðandi.. Ja, tað veit eg útmerkað væl, og vil tað so sera gjarna, men fái eg hjálp, og onnur við mær??? Nei!
Haldi tað er tíð uppá at minkað um fokuseringina á royking og yvirvekt, og økja um fokuseringina á útbúgving/endurútbúgving fyri vaksin. Tað er tað ið sera stórur tørvur er á í løtuni.
Eg eigi at byrja aftur í skúla 01.09.2008, men nei, ‘sleppi’ ikki, tí tað almenna steðgar mær..
E. S.:
OG, skuldi tað ikki eisini verið hugt at alkoholinum, og serstakliga prísinum á tí?? Haldi tað er út av lagi vánaligt, at sigarettir verða gjørdar so dýrar og bannaðar alla staðir, og so onki verður gjørt við alkoholi. Mær vitandi er prísurin á eini fløsku av tí sterkara slagnum, ikki farin upp við einari krónu í meira enn 2 ár! Er tað í lagi??
Man fær hjálp til at leggja av at drekka, men man má sjálvur ‘punga út’, um einum tørvar hjálp at leggja av at roykja! Er tað í lagi? Hví eru ikki støð, har man kann fara at fáa hjálp til at gevast at roykja?
Kundi gott hugsa mær svar uppá allar mínar spurningar! Haldi hetta samfelagið er so rotið at liva í, um man veruliga hevur brúk fyri eitt sindur av hjálp ?
HEILT ERLIGT HANS PAULI STRØM, VAKNAÐ!