Harra Netanyahu - brót handan múrin niður!

Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, brúklti ein stóran part av røðu síni á ST-aðalfundinum í dag at viðgera støðuna í Miðeystri og serliga viðurskiftini millum ísraelsmenn og palestinar.

Hann greiddi frá, at hann hevur vitjað í Gaza-geiranum, og at tað var harmiligt at síggja, hvussu lívið hjá børnunum har verður oyðilagt av harðskapi og fátækradømi. Hann hevði eisini verið á Vestara Áarbakka og sæð, hvussu mannarættindini hjá fólkinum har verða vanvird við múrinum, ísraelsmenn hava reist har.

-Harra Netanyahu, brót handan múrin niður, segði Össur Skarphéðinsson og umskrivaði harvið ta kendu áheitanina, sum Ronald Reagan kom við í Berlin, tá hann bað Mikhail Gorbatjov bróta Berlinmúrin niður.