Harris nærkast Biden við risafetum

Senatorurin úr Kalifornia er nú í hølunum á Biden í nýggjari veljarakanning

Joe Biden, ið flest fólk kenna sum væl dámdi varaforsetin hjá Barack Obama, hevur seinastu mánaðirnar verið stóri favoritturin at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Í flest øllum veljarakanningum hevur hansara undirtøka verið miðskeiðis í tretivunum, meðan nærmastu kappingarneytarnir, ið sum oftast hevur verið Bernie Sanders, aldrin hava verið yvir 20 prosent.

Men aftaná at valevnini hittust til fyrstu sjónvarpskjakini í farnu viku eru stórar broytingar at hóma í huganum hjá teimum spurdu veljarunum. Í nýggjastu kanningini hjá CNN millum demokratiskar veljarar minkar undirtøkan hjá Biden við 10 prosentstigum. Seinast CNN gjørdi eina líknandi kanning var í mai, og fekk varaforsetin tá 32 prosent av atkvøðunum, men fær hann einans 22 prosent í nýggju kanningini.

Tað er ikki heilt óvæntað, tí flest allir politiskir viðmerkjarar eru nevniliga samdir um, at Joe Biden kláraði seg illa, tá hann stóð á pallinum við níggju øðrum valevnum í síðstu viku. Serliga tá Kamala Harris, senatorur úr Kalifornia og demokratiskt forsetavalevni, setti hann undir trýst í samband við hansara støðu í rasuspurningum, og er tað eisini hon, ið nú otar seg inn á leiðsluna hjá Joe Biden.

Kamala Harris hevur støðugt ligið undir 10 prosentum í veljarakanningunum og fekk einans 8 prosent í seinasta kanningini hjá CNN í mai. Men rákið tykist nú at vera við henni, tí í kjalarvørrinum av sjónvarpskjakinum er hon nú nummar tvey við 17 prosentum, ið er einans 5 prosentstig aftanfyri Joe Biden. Til seinastu kanning var munurin teirra ímillum 24 prosentstig.

Sostatt yvirtekur hon eisini sessin sum sterkasti avbjóðarin frá Bernie Sanders, men er kortini ikki einasta kvinnan, ið yvirhálar senatorin úr Vermont. Elizabeth Warren, ið fekk 7 prosent til seinastu kanning, fær í nýggju kanningini undirtøku frá 15 prosent av veljarunum, og fer sostatt eisini framum Bernie Sanders, ið fær 14 prosent í nýggju kanningini. Sanders fer 4 prosentstig aftur samanborið við kanningina í mai.

Hini sekstan valevnini fáa øll undir 5 prosent, men sum Kamala Harris og Elizabeth Warren hava prógvað, so er enn ríkiligt av tíð eftir at gera seg galdandi í stríðnum um at gerast demokratiska forsetavalevnið, ið skal bjóða Donald Trump av í 2020.