Harry Kane javnaði málmetið hjá Jimmy Greaves

Aftaná 53 ár er málmetið hjá Jimmy Greaves fyri Tottenham loksins tikið

Millum størstu hetjurnar í søguni hjá Tottenham er Jimmy Greaves, ið royndist Tottenham væl árini 1961 til 1970. 

 

Hesi níggju árini skoraði Jimmy Greaves 266 mál fyri Tottenham í liguni, steypakappingum og í evropeiskum dystum. 

 

Í 53 ár hevur Jimmy Greaves sum doyði í 2021 verið søguligi toppskjúttin hjá Tottenham.

 

Hetta metið er nú javnað av Harry Kane.

 

Tá Harry Kane mánakvøldið beint undan steðginum skoraði sigursmálið til 1-0 til Tottenham móti Fulham á útivølli var talan um mál nummar 266 hjá Harry Kane í Tottenham-troyggjuni.

 

Næstu ferð Harry Kane skorar fyri Tottenham eigur hann málmetið einsamallur.

 

Harry Kane hevur brúkt 415 almennar dystir fyri Tottenham uppá at skora hesi 266 málini. Jimmy Greaves brúkti 379 dystir uppá at skora 266 mál fyri Tottenham.

 

Sigurin merkir, at Tottenham nú er nummar fimm í Premier League við 36 stigum, bert trý stig aftanfyri Manchester og Newcastle United.