Meðan annar filmurin um Harry Potter fer sína sigursgongd um allan heimin, er fjórða bókin í røðini um lítla gandakallin við rundu brillunum komin út.
»Harry Potter og eldbikarið« kallast hon. Hesaferð hevur Malan Háberg týtt eftir upprunabókini hjá J.K. Rowling.
? Tað hevur verið ótrúliga strævið, men eisini gevandi og spennandi, sigur Malan Háberg, sum hevur lyft tunga arvin eftir Gunnar Hoydal, ið týddi tær fyrstu tríggjar bøkurnar.
At tað ikki er nakað løtuverk at týða Harry Potter vitna tær 578 síðurnar um, sum tann síðsta føroyska bókin í røðini telur.
Ongin skriviótti
Boðað er frá fyrsta degi av, at røðin um Harry Potter skal telja sjey bøkur ? eitt fyri hvørt árið hann gongur á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist.
Í løtuni stríðist J.K. Rowling við at leggja síðstu hond á fimtu bókina. Gitt hevur verið, at stígur er komin í, tí hon hevur fingið skriviótta av stóru undirtøkuni, men hesum vísir hon sjálv aftur. Hon vil ikki tjumsa verkini ígjøgnum, sigur hon, bara tí hon hevur fingið so góða undirtøku. Bøkurnar skulu allar vera á sama høga støði.
Sligið øll met
Og á høgum støði eru tær.
Bøkurnar um Harry Potter hava eisini sligið øll sølumet ? bæði fyri bøkur til børn og vaksin.
Síðan tann fyrsta bókin kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 150 milliónir eintøk um allan heimin. Fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk mál, og bøkurnar hava ligið ovast á øllum sølulistum nærum uttan steðg.
Skjótt seld
Við sínum knappliga 600 síðum, man »Harry Potter og eldbikarið« teljast millum tær størstu, ið eru givnar út í Føroyum. Og so hevur eisini hon sett fleiri met.
Enska útgávan er skjótast selda bókin nakrantíð, og ongin onnur bók í søguni er prentað í størri fyrsta upplagi. Amerikanska forlagið Scholastik prentaði 3,8 milliónir eintøk og enska forlagið Bloomsbury prentaði 1,5 milliónir eintøk.
Øðrvísi og spennandi
Sjálv bókin er nakað daprari enn tær fyrru, men ikki minni væl skrivað. Tey, sum hava lisið hana siga, at hon kanska er tann mest spennandi av øllum higartil.
Enn einaferð prógvar Rowlings framúrskarandi skrivikynstur síni. Meistarliga megnar hon at tvinna teir nógvu søgutræðrirnar saman í seinasta kapitlinum, tá ið alt gongur upp í eina hægri eind. Sum altíð verður tú tikin á bóli, tí einki er, sum tað sýnist at vera.