Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava rógvarar luttikið á FM stevnum seks vikuskifti út í eitt. Hetta er nakað, sum ongin hevur roynt fyrr, men sjálvandi hava nøkur helst luttikið á bygdastevnum, sum tó ikki telja við hóast alt.
Men sum sagt, so er hetta, við seks stevnum út í eitt, nakað spildurnýtt. Summi vilja vera við, at tað hoyrist meira um skaðar í ár enn undanfarin. Av tí sama verður hvíldin tað minni, tá tað skal venjast hvørja viku til stevnu.
Um hetta er rætt ella ikki, skal her verða ósagt, men tað er ein sannroynd, at fleiri av manningunum hava upplivað, at tey missa ein av teirra rógvarum í eitt tíðarskeið vegna ryggskaða ella okkurt annað.
Stutt ár
Hóast kappróður valla kann sigast at hava ein langt kappingarár, er talan um eitt hart ár. Venjingin hjá summum byrjar longu í januar, og gerst hon bara alt harðari og harðari so hvørt sum tað líður móti sumri.
Einans sjey dystir, so er kappingin avgjørd. Eirindaleyst? Kanska, men um vit taka fótbóltin sum eitt dømi, so hevði tað neyvan borið til at havt 18 FM stevnur í kappróðri.
Kappróður verður skýrdur at vera ein tann harðasta ítróttargreinin, sum er til. Tað er helst ikki so langt frá veruleikanum. Um hugt verður at manningunum, tá tær eru lidnar at rógva, er ikki nógv eftir av teimum ta fyrstu løtuna. Og so ikki at gloyma árabløðrurnar og bekksárini, sum hvør tann einasti rógvari stríðist við tær fyrstu vikurnar, eftir at venjingarnar í bátinum eru byrjaðar.
Tað kann til tíðir vera nærum óhugnaligt at hyggja í eyguni á einum rógvara, sum hevur givið alt. Men á ein ella annan hátt, so rúnarbindur hendan ítróttin tey flestu, sum royna hana.
Einaferð segði ein rógvari, at kappróður er soleiðis, at antin elskar tú tað, ella hatar tú tað.
Økir spenningin
Inntil einaferð miðskeiðis í nítiárunum vóru tað einans fimm stevnur, sum taldu við í FM. Hetta varð hildið at vera ov lítið, tí FM kappingin kundi verða avgjørd aftaná einans tríggjar stevnur. Tá kom so sundalagsstevnan við í FM og í fjør kom so sjeynda FM stevnan, sum kallast fjarðastevna og skiftir ímillum Vestmanna, Skála og Strendur.
Tað letur til at vera nøgdsemi millum rógvararnar kortini um, at so nógvar stevnur telja við. Hetta økir jú um spenningin og møguleikarnar hjá teimum ymsu at gera seg galdandi, eru góðir, hóast byrjanin ikki er so góð.
Vit hava spurt nakrar rógvarar, sum hava róð í fleiri ár, um tað er øðrvísi, nú so nógvar stevnur eru upp í slag. Svarini hjá teimum síggjast niðanfyri.