Tað seinasta, ið hendur á fyrsta harudegnum í Nólsoy, er, at haran verður flett.
Hetta hendir eftir, at menn hava hildið veitslu.
Ofta taka fleiri seg saman um at fletta haruna, og her blivu 24 harur flettar hetta kvøldið.
Harurnar verða hongdar upp eftir høvdinum, og síðani verður skotið runt um hálsin og síðani verður skinnið hálað av.
Á myndini er tað hent, og so er bara eftir at spretta haruna upp og taka innvølirnar út.
Summastaðni velja menn at lata haruna hanga í eina tíð at ræsa, áðrenn hon verður flett, men tað verður ikki gjørt í Nólsoy. Her verður haran flett sama kvøld, hon er skotin.
Tað er Jón Tórur Einarsson, ið flettir á myndini.