Haruka Gima heldur fram í StÍF

StÍF og Haruka hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.

Haruka er ein framúr hondbóltsleikari og fyrimynd fyri ungar leikarar í Føroyum.

Í samband við ársins hondbóltsgallaveitslu bleiv Haruka heiðrað sum ársins leikari, álopsleikari og toppskjúti við 189 málum. Hon bleiv eisini kosin at var vera miðja á ársins kvinnuliði.

Haruka spældi í fleiri ár í bestu deildini í Japan.

Hon hevur síðan 2019 verið partur av besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hon hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum hjá felagnum.

Umframt at leika við besta kvinnuliðnum hjá StÍF, fer Haruka at vera hjálparvenjari hjá gentu- og dreingjaliðum.

StÍF fegnast um, at Haruka heldur fram í felagnum og er bjartskygt um komandi kappingarár.