Ígjár vóru ársins spælarar í hondbólti heiðraðir í Dansifrøi í Havn.
Ikki so óvæntað gjørdust tað Filip Jojic hjá VÍF og Haruka Gima, ið vóru kosin at vera ársins leikarar.
Harumframt vóru Haruka Gima og Filip Jojic vald at vera ársins álopsspælarar. Aftrat tí eru tey bæði toppskjúttar í bestu hondbóltsdeildunum.
Ársins leikarar:
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF
Ársins ungu stjørnuskot:
Jana Mittún, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ársins málverjar:
Momoko Nakamura, StÍF
Mladen Mjerimacka, VÍF
Ársins dómarar:
Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe
Ársins verjuleikarar:
Brynja Høj, Neistin
Peter Krogh, H71
Ársins álopsleikarar:
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF
Ársins venjarar:
Jón Rasmussen og Paula Høgnesen, StÍF
John Larsen og Agnar Joensen, VÍF
Toppskjúttar:
Haruka Gima, 189 mál
Filip Jojic, 216 mál