Strandfaraskip Landsins siga í dag, at siglingin hjá Hasfjord verður tikin upp aftur frá í morgin, 8. juni, at rokna, og tá fer skipið aftur at sigla millum Skopun og Gomlurætt sambært ferðaætlanini.
Síðan seinasta hósdag hava Mest og Strandferðslan arbeitt við at umvæla brekið umborð á Hasfjord, eftir at motorurin steðgaði, tá skipið var á veg úr Skopun í síðstu viku.
Nú bendir so á, at alt er komið upp á pláss, tí Strandfaraskip Landsins á sínari heimasíðu í dag boða frá, at siglingin á leið 85 verður tikin upp aftur í morgin, týsdagin 8. juni.